Samjavnaður (analogi) er einki nýtt fyribrigdi. Tað hevur hent fleiri ferðir í norðurlendskum málum og er ofta nevnt tað, ið stríðir ímóti ljóðbroytingar. Í hesari grein telst eisini skifti frá einum bendingarflokki til eina aðra sum samjavnaður, men tað kann eisini bara teljast sum grammatisk broyting. Akkurát tann broyting er nokkso vanlig og har eru eisini nógv dømi um tað í føroyskum, eittnú bjóða sum veikt bent í staðin fyri sterkt bent. Báðar bendingar eru framvegis brúktar í dag, men tann veika er nýggj. Tvs. býður/bjóðar, beyð/bjóðaði, buðu/bjóðaðu. Tað sum eisini kann henda er at ein bending ávirkar eina aðra, og tað er tað sum vit skulu tosa um í dag. Neyvari um sterk sagnorð í 1. og 2. flokki.
Vit leggja fyri við at hyggja at, hvussu sagnorðini vórðu bendað í norrønum. Tí føroyska skriftmálið og eisini eittnú íslendskt og nýnorskt brúka norrønt sum grunnleggjandi støði - og munurin millum føroyskt og norrønt í bendingum av sagnorðum er næstan bara at færri serstakir formar eru.
Vit fara at tosa bert um orð ið bendast sum bíta, skíta, ríða og frósa, lúgva, njósa, rúka. Tað sum eyðkennir sterk sagnorð, er at sjálvljóðið í rótini broytist fyri at benda orðið, meðan veik brúka endingar. Sterk sagnorð eru so flokkað alt eftir hvussu sjálvljóð broytist. Í dag síggja vit ofta at tveir teimum flokkunum ávirka hvønn annan.
Teir báðir flokkirnar vit fara at umrøða síggja soleiðis út á norrønum:
1. flokkur | n.t., eintal | n.t. fleirtal | t.t. eintal | t.t. fleirtal |
---|---|---|---|---|
1.p. | bít | bítum | beit | bitum |
2.p. | bítr | bítið | beizt | bituð |
3.p. | bítr | bíta | beit | bitu |
2. flokkur | n.t., eintal | n.t. fleirtal | t.t. eintal | t.t. fleirtal |
1.p. | lýg | ljúgum | laug | lugum |
2.p. | lýgr | ljúgið | laugt | luguð |
3.p. | lýgr | ljúga | laug | lugu |
2. flokkur | n.t., eintal | n.t. fleirtal | t.t. eintal | t.t. fleirtal |
1.p. | hnýs | hnjósum | hnaus | hnusum |
2.p. | hnýss | hnjósið | hnaust | hnusuð |
3.p. | hnýss | hnjósa | hnaus | hnusu |
Hesar báðar bendingar líkjast nokkso nógv hvørjari aðrari. Vit hava annaðhvørt í ella ý í nútíð (sum ljóða eins á nútíðarføroyskum og -íslendskum), eitt tvíljóð í tátíð eintali og einum (gomlum) stuttum sjálvljóði í tátíð fleirtali. At teir líkjast so nógv er ikki tilvildarligt, men vit fara ikki at tosa um hví í hesari grein.
Á føroyskum er nokkso lítið broytt. Størsti munurin er at vit ikki benda í persóni í fleirtali longur og so hava vit eina nýggja bending í fyrsta persóni eintali.
1. flokkur | n.t., eintal | n.t. fleirtal | t.t. eintal | t.t. fleirtal |
---|---|---|---|---|
1.p. | bíti | bíta | beit | bitu |
2.p. | bítur | bíta | beit(st) | bitu |
3.p. | bítur | bíta | beit | bitu |
2. flokkur | n.t., eintal | n.t. fleirtal | t.t. eintal | t.t. fleirtal |
1.p. | lúgvi | lúgva | leyg | lugu |
2.p. | lýgur | lúgva | leyg(st) | lugu |
3.p. | lýgur | lúgva | leyg | lugu |
2. flokkur | n.t., eintal | n.t. fleirtal | t.t. eintal | t.t. fleirtal |
1.p. | njósi | njósa | neys | nusu |
2.p. | nýsur | njósa | neys(t) | nusu |
3.p. | nýsur | njósa | neys | nusu |
beit væntar man vera borið fram sum annaðhvørt [b̥a͡iːd̥] ella [b̥ɔ͡iːd̥] alt eftir málføri, men nokkso nógv í dag siga [b̥ɛ͡iːd̥]. At <ei> kann vera borið fram sum [ɛ͡iː] er eitt kent fyribrigdi í t.d. nøvnum (eittnú Eirikur sum [ɛ͡iːɹɪkʊɹ]) og nøkrum orðingum (fínar greiður [fʊiːnaɹ grɛ͡iːjɪɹ]). Hvaðani hetta stavar er ringt at siga men í summum førum er tað nokk tikið úr einum grannamáli, men tá talan er um beit, skeit, reið, grein, skein, so gevur ávirkan uttanífrá lítla meining. Nei, her er lættari at greiða frá sum eitt grammatiskt fyribrigdi her ein sagnorðsflokkur ávirkar ein annan ið líkist. Sum sagt fyrr so líkjast 1. og 2. flokkur hvørjum øðrum, so her ikki so løgið at samjavnaður kann koma seg fyri.
Vit kunnu síggja nakað sum minnir um hetta her í standardeysturnorskum. Hetta málið er so nógv ávirkað av donskum at man næstan heldur kann siga at tað var eitt danskt mál sum varð tosað av norðmonnum og so í staðin ávirkað av eysturnorskum málførum. Hetta hevur eina langa søgu sum er nokkso umráðandi fyri hesari heimasíðu, men sum vit ikki fara at tosa meira um her. Málið hevur ið hvussu er fingið eina løgna bending í 2. flokki av sagnorðum vegna hetta blandið millum norskt-danskt og norskum málførum. Man hevur broytt tað danska fyri at ljóða meira fólkiligt uttan at verða "for norskt". Niðanfyri er so somu orðini benda á modernaðum standardeysturnorskum.
nútíð | navnháttur (inf.) | tátíð | donsk nútíð | donsk tátíð | |
---|---|---|---|---|---|
1. flokkur | biter | bite | be(i)t | bider | bed |
2. flokkur | lyver | lyve | løy | lyver | løj |
2. flokkur | nyser | nyse | nø(y)s | nyser | nøs |
Her síggja vit at bíta og njósa kunnu hava tvíljóð sum á føroyskum meðan lúgva altíð skal hava tvíljóð. Formarnir uttan tvíljóð líkjast teimum donsku, og tað er júst av tí at teir stava úr donskum. <øj> í tátíð av lyve á donskum stavar frá at G-ið frá norrønum varð eitt J (og eitt V í hinum formum) og tað varð tikið inn í donskum-norskum sum tað norska tvíljóð <øy> (sum svarar til føroyskt <oy>). Í norskum málførum hevur man annars tað norrøna tvíljóð <au> eftir í hesum orðum: laug, naus, so tað ljóðaði eisini løgið at hava einljóð í teimum formunum, men <au> var ikki sæð sum pent. Í staðin fyri hevur <øy> spreitt seg til hesu orðini og er nú tað nýggja ljóðið í tátíð í hesum sagnorðum. Tað kann vera at tað stavar frá orðum sum fly og lyve sum høvdu øy her frá donskum, men tað er ringt at siga vist. Tað sum er vist er at tað ikki stavar frá nøkrum norskum málføri, men varð nokk ávirkað av at tey høvdu tvíljóð.
Henda skipanin er heilt fyri seg og sjálvandi ikki sum tann føroyska, sum ger at hesir báðir flokkirnar nú fáa sama tvíljóð sum stavar frá tí øðru flokki heldur enn her, har man kann siga at 1. flokkur hevur ávirkað 2. flokki.
Eitt, sum er umráðandi, er at eitt <ei> ikki ger, at <k> og <g> berast fram sum <kj> og <gj> - eitt fyribrigdi sum nevnist palatalisering - meðan <ey> ger so, men hatta EI'ið, ið nú verður borið fram sum eitt EY palataliserar framvegis ikki. Tí er skeit ofta borið fram sum [skɛ͡iːd̥], men aldrin [ʃɛ͡iːd̥]. Annars síggja vit eisini at samjavnaður hendir í nógvum sagnorðum sum ger at vit fáa annaðhvørt [kʰ g̥] har vit frá stavsetingini vænta [tʃʰ d̥ʒ] ella hin vegin.
Eitt dømi er skitið sum ofta verður sagt sum [skiːd̥ɪ] og ikki [ʃiːd̥ɪ] sum nøkur kanska meina man átti at sagt. Eitt annað sum er minni vanligt er [g̥ɛʰkː] fyri gekk.
Eitt annað fyribrigdi er at lýsingarháttur (participium) eisini kann verða ávirkað av øðrum flokkum. Eitt kent dømi er at nógv siga gingið sum gungið. Her er talan um akkurát tað sama sum ei > ey. U'ið frá 2. flokki hevur flutt seg inn í orð í 1. flokki. Summi hava lýst tað sum gíngið fyri meg, men tað haldi eg er miskiljing frá at i-elementið í stutta [ʊi]-tvíljóði verður partur av tí seinna hjáljóði og ger tað palatalt akkurát sum at írskt er [ʊʂt] við ongum i-elementi eftir. Betri - haldi eg - er at greiða tað frá sum samjavnaður.